Bretska ríkið kann syndrast

2016-06-16 11:16 Author image
Dimma

Nú bara eina vika er eftir, til bretar fara at atkvøða um sín ES-limaskap, gerast alsamt fleiri fyri, at Bretland skal fara úr ES. Ein meiningakanning í dag, gevur 53 prosent fyri at fara úr ES, meðan einans 47 prosent eru fyri at halda fram.

Sostatt er undirtøkan í samlaða Stóra Bretlandi vaksin við 10 prosentstigum yvir tíð, skrivar Independent. Tær seinastu meiningakanningarnar hava allar víst meiriluta fyri “Leave”. Hinvegin siga serfrøðingar, at tað er tann tigandi og ivandi bólkurin, sum fer at avgera valið, og hann hellir helst til at varðveita Bretland í ES.

Hvussu er og ikki, so vísir rákið greitt, at ES kann missa eitt av sínum størstu og týdningarmestu londum úr felagsskapinum, um bretar atkvøða fyri at fara úr. Hvørjar avleiðingarnar vera, er helst ilt at siga, men tað kann helst eisini merkja, at bretska ríkið skrædnar.

Skotar eru nevniliga rættiliga harðliga fyri ES-limaskapi. Og tað er alt, sum bendir á, at skotar fara at krevja eina nýggja fólkaatkvøðu um loysing næstan í somu løtu, sum Bretland meldar seg úr ES. Ein veljarakanning, sum varð gjørd í mai, vísir, at 76 prosent av skotum vildu vera verandi í ES tá, meðan tað næstan var javnt í Onglandi.

- Vit vilja heldur hava, at valdið liggur í Brússel, enn hjá teimum konservativu í London, greiðir skotski loysingarmaðurin, Angus McNiel, frá í samrøðu við Dimmalætting.

- Eg haldi, at hendan fólkaatkvøðan fer at prógva, at ES er nógv betur umtókt í Skotlandi enn bretska sameinda kongsríkið, sigur Angus McNeil.

Valstríðið hjá teimum, sum vilja úr ES, minnir um tað valstríðið, sum enska stjórnin førdi mótvegis Skotlandi, tá ið fólkaatkvøðan har var um loysing, sigur Angus McNeil, ið heldur tað snúgva seg um at skapa ótta.

- Tað snýr seg um, hvørt valdið skal liggja í Brússel ella London, sigur hann.

Og sambært honum vilja skotar heldur, at valdið liggur í Brússel. Velur Bretland at fara úr ES, er ógvuliga sannlíkt, at nýggj fólkaatkvøða verður í Skotlandi, áðrenn tað annars hevði verið roknað við.

Meira er at lesa um BREXIT í seinastu Dimmalætting.

placeholder

Meira langlesnaður