Bretar seta met á fólkaatkvøðuni

2016-06-22 12:47 Author image
Dimma

Valstøðini lata upp í Bretlandi klokkan 7 í morgin ári, og ongantíð áður hava so nógv víst einum vali áhuga.

46,5 milliónir bretar hava higartil skrásett seg sum veljarar til fólkaatkvøðuna um framtíðarstøðuna hjá Stóra Bretlandi í Evropasamveldinum. Hetta upplýsir bretska valnevndin – The Electoral Commission - á sínari heimasíðu.

Endaliga talið kann ikki upplýsast fyrr enn á sjálvum degnum, men innsavningar av upplýsingum frá 382 valøkjum vísir, at fyribilstalið á veljarum í Bretlandi og Gibraltar er heilt neyvt 46.499.537 veljarar.

Undanfarna metið var, tá ið 46.354.197 veljarar skrásettu seg undan valinum til bretska parlamentið í 2015. Í 2014 skrásettu 46.487.579 veljarar seg til valið til Evropatingið.

Veljararnir býta seg annars soleiðis: Ongland 38.956.824, Gibraltar 24.117, Norðurírland 1.260.955, Skotland 3.988.492 og Wales 2.270.743 - tilsamans 46.499.537 veljarar.

Bretar skulu taka støðu til spurningin:  "Should the United Kingdom remain a member of the European Union or leave the European Union?"

Sambært bretsku valnevndini skulu bretar velja á 41.000 valstøðum um alt Stóra Bretland. 

placeholder

Meira langlesnaður