“Should I stay or should I go!”

2016-06-23 09:07 Author image
Dimma

Kendu orðini frá bretska punkbólkinum The Clash eru í dag meira viðkomandi fyri bretar enn nakrantíð: "Should I stay or should I go." Skulu vit fara ella skulu vit verða verandi.

Í dag er Bretland á fólkaatkvøðu. Atkvøðustøðini lótu upp klokkan 7 í morgun, og heilt ítøkiliga skal fólkið inn at svara spurninginum: "Should the United Kingdom remain a member of the European Union or leave the European Union?"

Veðrið á valdegnum hevur verið ógvuliga misjavnt. Í London og suður- og eysturpartinum av Onglandi hevur verið torusláttur og glopraregn. Sólskyn og ælaveður hevur verið í Skotlandi og Norðurírlandi, men annars er turt og klárari aðrastaðni, sigur BBC á degnum.

Tann sum fær meira enn helvtina av atkvøðunum hevur vunnið. So einfalt er tað – og tó so reisir svarið eina ørgrynnu av spurningum, tí fýra mánaðar langa valstríðið hevur sett djúp spor í bretsku tjóðina. Siga bretar "Leave", skulu samráðingar í gongd við ES um eina útliman, sum kann taka upp í 10 ár. Siga bretar "Stay" er kortini nógv upprudding at gera, tí valstríðið hevur víst eina tjóð, sum ræðist sína samtíð.

Tá ið atkøðustøðini steingja í kvøld, verða atkvøðukassarnir savnaðir og koyrdi til lokalu valnevndina á teimum 382 teljistøðunum, sum eru líka úr Norðurskotlandi til Gibraltar, har eitt valstað er. Tilsamans 46,5 milliónir veljarar hava skrásett seg.

Alt eftir, hvussu tætt tað verður, so verður endaliga úrslitið væntandi klárt umleið á middegi fríggjadagin. Úrslitið verður kunngjørt av the Chief Counting Officer, sum verður at finna í Manchester Town Hall.

placeholder

Meira langlesnaður