BREXIT veruleiki: Bretland skelkar heimin og fer úr ES

2016-06-24 06:59 Author image
Dimma

52 prosent siga LEAVE og 48 prosent siga STAY. Harvið er greitt, tá ið øll 382 valstøðini eru tald upp, at Bretland fer úr ES. Hetta merkir, at Bretland sum tað fyrsta av teimum 28 londunum fer úr ES.

Tey, ið atkvøddu fyri at fara úr ES, vunnu fólkaatkvøðuna við 1.269.501 fleiri atkvøðum. Tilsamans 17.410.742 søgdu LEAVE. 19.141.241 søgdu REMAIN.

Hóast meiningakanningarnar hava víst, at tað fór at vera tætt, so hevur tað sent ein skelk gjøgnum Evropa og allan heimin, at Bretland nú fer úr tí felagsskapinum, sum hevur havt til endamáls at skapa frið, at stimbra frían handil og taka burtur landamørk.

Politiskir leiðarar eru skelkaðir. Keypsskálarnir eru ávirkaðir. Bretska pundið er fallið heilt í botn, tað lægsta síðan 1985. Og nú vakna bretar til ein dag, har eingin veruliga veit, hvat framtíðin hevur at bjóða.

Samstundis vísir fólkaatkvøðan eitt bretskt ríki, sum er í tvíningum. Ongland og Wales hava atkvøtt at fara úr ES. Norðurírland hava hinvegin greitt atkvøtt fyri at verða verandi í ES. Uttan iva fer hetta at føra til, at loysingarrørslan í Skotlandi aftur fær undirtøku, og at eitt krav kemur um eina nýggja fólkaatkvøðu í Skotlandi um at fara úr Stóra bretlandi. So ikki bara ES, men eisini Stóra Bretland kann syndrast. 

Bretski forsætisráðharrin David Cameron hevur fingið fólkaatkvøðuna í lag, og hann hevur so dyggiliga tapt, tí hann vildi sjálvur hava Bretland at verða verandi. 

DAGFØRING KL 07.21: Beint nú verður úrslitið staðfest og almannakunngjørt av "the Chief Counting Officer" í Manchester Town Hall.

DAGFØRING KL 8.35: Bretski forsætisráðharrin David Cameron hevur boðað frá, at hann leggur frá sær í oktober sum avleiðing av ósigrinum í fólkaatkvøðuni.

placeholder

Meira langlesnaður