Bretskt formansval: Nærum greitt hvør verður næsta forkvinna

2016-07-11 12:29 Author image
Alda Nielsdóttir

- Eg haldi ikki, at eg hevði klárað at savna eina støðuga stjórn, segði Andrea Leadsom á tíðindafundi fyri stuttari løtu síðani.

Andrea Leadsom hevur fingið nógvar atfinningar, millum annað tí at hon ikki stuðlar LGBT rørsluni.

Fyrr í vikuni varð Andrea Leadsom eisini endurgivin fyri at hava lagt eftir Theresu May, fyri at hon ikki var mamma, og tískil ikki hevði líka nógv áhugamál í framtíðini hjá Bretlandi. 

- Bretland og vinnan hava brúk fyri einari sterkari stjórn, legði hon afturat, áðrenn hon boðaði frá, at hon tók seg aftur, og at hon stuðlaði Theresu May sum næstu forkvinnu í konservativa flokkinum.

Tað er nú líkt til, at Bretland aftur fær eina kvinnu í embætið sum forsætismálaráðharri, tá tað eftir øllum at døma verður Theresa May, sum tekur við eftir David Cameron. 

  

  

 

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður