Brexit: Bretskt ja trýstir Bakkafrost

2016-06-20 16:15 Author image
Jógvan Samuelsen

- Vit meta, at um danska krónan styrknar millum 10 og 20 prosent mótvegis evruni, so versnar rakstrarúrslitið (EBIT) hjá Bakkafrost fyri 2016-17 við millum 11 og 36 prosentum.

Tað skrivar norski bankin DNB í partabrævafrágreiðingini, sum bankin gjørdi fríggjadagin.

DNB ger eina frágreiðing hvønn dag, og nú bretar skulu atkvøða um framtíðar limaskapin í ES, er størsti spenningurin um tað úrslitið - og avleiðingar, um bretar gera av at fara úr ES.

Tað sum hevur serliga stóran týdning eru búskaparligu avleiðingarnar, og har hevur kursgongdin á bæði bretska pundinum og evruni stóran týdning.

Norski bankin roknar við, at bæði pund og evra vikna í mun til hini gjaldoyruni, og so setur bankin eisini spurnartekn við tann veruleika, at danska krónan í fleiri ár hevur verið læst móti evruni.

- Marknaðirnir seta spurnartekn við, um hetta kann halda fram, skrivar DNB í frágreiðingini.

Viknar evran í mun til donsku krónuna, so kann tað fáa avleiðingar fyri Bakkafrost, sum sambært DNB hevur allar sínar útreiðslur í donskum krónum og inntøkurnar í evrum og í dollarum.

Tað hevur so við sær, at um Bretland fer úr ES-samstarvinum, so kemur tað at kosta dýrt hjá føroyska felagnum.

DNB leggur tí upp til, at íleggjarar bíða við at keypa partabrøv í føroysku fyritøkuni.

Hetta seinasta hevur tó ikki ordiliga rinið við, tí í dag er kursurin hækkaður. Tað vil siga, at eftirspurningurin frá keyparunum hevur verið til staðar. Eisini í dag.

 

placeholder

Meira langlesnaður