BREXIT: Bretar fyri at fara úr ES

2016-06-15 10:05 Author image
Dimma

Í Bretlandi tosa tey um ”Leave or Remain” í hesum døgum. 23. uni skulu bretar antin seta krossin í ”Leave” ella ”Remain”, og tað ger av, um Bretland heldur fram sum 28. landið í ES. Antin fara bretar ella verða teir verandi.

Úrslitið av fólkaatkvøðuni um einans átta dagar fær stórar avleiðingar fyri framtíðina hjá Bretlandi, tá tað kemur til búskap, verju, flóttafólk og diplomati í Bretlandi og aðrastaðni. Ja, fyri allan vesturlendskan politikk yvirhøvur og fyri framtíðina hjá Evropasamveldinum.

Tað hevur higartil verið rættiliga javnt millum tey, sum eru fyri og ímóti. Seinastu meiningaakanningarnar vísa, at nú vendir rákið til frama fyri tey, sum vilja úr Evropasamveldinum. Tað skrivar Reuter.

Sambært feskastu kanningini hjá YouGov, sum hevur gjørt meiningakanning fyri The Times, fara 46 prosent at atkvøða ”Leave”, meðan 39 prosent fara at seta krossin í ”Remain”. 11 prosent hava ikki tikið støðu, og 4 prosent fara ikki at atkvøða, sambært kanningini.

Tað hevur ávirkað meiningarnar, at blaðið The Sun hevur heitt á allar sínar lesarar um at fara úr ES við tí grundgeving, at Bretland má loysa frá diktatorunum í Brússel. The Sun hevur eitt upplag á 1,7 milliónir.

Í løtuni verður eisini dúgliga kjakast um flóttafólk og migratión í Bretlandi, og tað sigst eisini ávirka atkvøðugreiðsluna. Bretar eru óttafullir um, at Evropa er um at missa tamarhaldið á støðuni við flóttafólkum og fólkaflytingina millum lond.

Aðrar kanningar frá mánadegnum vísa eisini ein meiriluta fyri at fara úr ES. Í eini kanning hjá Daily Telegraph søgdu 49 prosent seg fara at atkvøða fyri at fara úr ES, 48 prosent søgdu seg atkvøða fyri at vera verandi.

Tvær aðrar kanningar hjá The Guardian, gjørdar online og við telefon, vístu størri fyrimun fyri tey, ið vilja úr ES, 53 prosent móti 47 prosentum. Fyri tveimum vikum síðan vístu somu kanningar 52-48. Hesar kanningar taka tey burturúr, ið ivast.

Men kanningarnar eru hóast alt enn so javnar og so nógv ivast, at tað kunnu vera øll tey, sum ivast, ið fara at avgera, um Bretland tann 23. juni sigur ”Leave” ella ”Remain” til Evropasamveldið.

placeholder

Meira langlesnaður