Brexit og toskakríggj í Nice

2016-06-27 11:41 Author image
Dimma

Í dag ýður býurin Nice í Suðurfraklandi í bleikum íslendingum, sum hita upp á strondini. “Fólkið syngur og trallar,” sigur útsendi maðurin hjá Mogguni, ið er millum teir útvið 30.000 íslendingarnar, sum eru rýmdir frá hóttandi Heklu til sólstrendurnar við Miðjarðarhavið.

Upp er runnin tann stóri dagurin, tá ið Ísland skal hitta Ongland. Tann størsti dysturin í íslendsku fótbóltssøguni – enn einaferð freistast ein at siga, tí hvør dystur er nú vorðin søguligur. Men hesin er nakað heilt serligt. 


Toskakríggj og yvirvøld
Einaferð bardust londini á sjónum í einum harðligum og eirindaleysum toskakríggi. Ta ferðina noktaði Ísland at boyggja seg, hóast landið stóð yvirav størsta hervaldinum á sjónum í heimssøguni. Onglendingar hildu seg hava rætt at trola inni á íslendsku grunnunum, og íslendingar settu lív í váða at trýsta teir út aftur. Tað var Dávið móti Goliath. At enda loysti tað seg hjá íslendingum at vera tvørir, og teir fingu flutt fiskimarkið heilt út á 200 fjórðingar.

Yvirvøldin kann tykjast eins stór hesaferð, og tað verður ein kampur at trýsta onglendingar út úr brotsteiginum.

Gamaní hava fótbóltskennarar hoyrt nøvn sum Gylfi Sigurðsson og Eiður Guðjónsson frammanundan, men tað er nústaðni, at nakar hevur fingið eyguni upp fyri Hannes Þór Halldórsson, Birkir Bjarnason og Jón Daði Bødvardsson. Hesir og aðrir norðurlendskir víkingar skulu nú taka dystin upp við Wayne Rooney, Daniel Sturridge, Jamie Vardy, Joe Hart og James Milner, hvør kendari enn annar og millum heimsins størstu ítróttarstjørnur. Grótharði og vikaleysi viljin hjá íslendingum skal vera minst líka harður hesaferð, sum hinaferð í toskakrígnum, um teir skulu hava nakran sum helst kjans.

Tað er samansjóðaða kollektivið, sum skal berjast, so tað goysir úr teimum, móti ríku einstaklingunum úr størstu feløgunum í Evropa, frá Madrid til Manchester, ið ikki vita, hvat teir skulu gera við sínar pengar. Yndismaturin hjá Wayne Roony er spaghetti Bolognese, Jamie Wardy elskar fish’n chips og Daniel Sturridge fær ikki nóg mikið av ostasandwich. Íslendingar eta lunda, hvalatvøst og – vil the Sun vera við – havkall, sum má gravast niður fyri at vera etandi. Óivað karrikerað. Men meðan ensku úrmælingarnir fara inn at spæla enn ein fótbóltsdyst, so fara íslendingar í kríggj við allari sínari søgu, sínari mentan og sínum samleika í viðførinum.

Íslendska landsliðið hevur fingið vónina aftur at bræða í íslendsku hjørtunum. Landsliðið hevur borið einari heilari tjóð framá. Liðið er vorðin stoltleikin hjá einum fólki, sum hevur merkt so nógva mótgongd, so nógv svik og álitisbrot. Fólkið noktar at leggja seg niður, eins og fótbóltslandsliðið. Og sjálvt ikki Ongland ræðir Ísland longur. Søgan hevur víst, at tað loysir seg at vera tvørur.


Not ready for Brexit
Hinumvegin miðlinjuna í kvøld stendur eitt landslið við trimum leyvum á bringuni. Tað er nú ikki bara eina og hvør fótbóltsdystur fyri teir heldur. Teir hava so ofta vónsvikið tað landið, sum er sjálvt upprunin til spælið.

“We are not ready for Brexit,” skriva enskir miðlar. Fyri fáum døgum síðan atkvøddi fólkið seg úr ES, men í kvøld má og skal tað ikki vera eitt nýtt farvæl til Evropa. Trýstið á leikararnar er øgiligt í kvøld, tí tað er ein heilt lítil tjóð, sum stendur hinumegin; bara ein sigur er nóg mikið.

Á gøtunum í Nice var rómur í gjárkvøldið. Íslendingar og onglendingar vóru á barr, har var sangur og fólk hildu sær á gaman. Ensku miðlarnir undrast á, at bláu íslendsku troyggjurnar bóru av í tali, og at tær tríggjar leyvurnar vóru heldur spakar. Men tað er í kvøld, tað telur. Vinnur Ísland er tað enn ein sensatión. Vinnur Ongland, so eigur tað at vera so.

Men hóast nógv stendur upp á spæl, so kunnu vit vænta fairplay. Íslendingar eru menn, og onglendingar eru gentlemen. Báðir partar eru vanir við takklingar, so tað syngur eftirí, og tí verður tað, tá ið samanum kemur, fótbólturin tað snýr seg um, tá ið brísklað verður í gongd klokkan átta í kvøld. Alt hitt er bara undantos.

Enskir landsliðsleikarar taka sær av løttum áðrenn dystin.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður