Brimil úr at gera

2017-02-02 11:24 Author image
Sigmund Vang

Trolbáturin Búgvin boðaði í mánakvøldið frá, at teir høvdu fingið trolið um skrúvuna. Teir vóru staddir á Skeivbanka. Brimil kom til Búgvan tveir tímar eftir midnátt og sleipaði Búgvan á Vestmanna, har skipini komu um 11 tíðina. Kavarar frá Brimli skóru síðani av skrúðini á Búgvanum.

Skeljabáturin Norðheim boðaði mikumorgunin klokkan fimm frá, at teir høvdu maskintrupuleikar tætt suður úr Eystnesi. Brimil var hjá Norðheim klokkan sjey og sleipaði hann til Oyrar, har skipini komu kl 10.

Trolbáturin Hansa Maria boðaði mikudagin frá, at teir høvdu maskintrupuleikar norður úr Fugloynni. Brimil kom til Hansu Mariu klokkan 16. Skipini komu á Klaksvík kl 21.45.


Kelda: Vørn

  

  

placeholder

Meira langlesnaður