Svarini finnast í veruleikanum, ikki inni í tær sjálvum

2016-06-05 16:20 Author image
Sigmund Vang

- Inni í okkum sjálvum eru eingi svar. Svarini finnast úti í veruleikanum. Inni í okkum sjálvum eru bara gøgn.

Tað sigur psykologurin Svend Brinkmann í bók síni ”Stå fast – et opgør med tidens udviklingstvang”. Bókin, tó at hon bert er 150 síður, er farin út í hvønn krók í ríkinum. Leikfólk og serliga fakfólk hava brúkt nógva tíð at umrøða boðskapin í henni, og hon hevur millum annað sett kílar í millum teir sálarfrøðingar, sum arbeiða við jaligari, ella positivari psykologi, og teimum, sum eru meira atfinningarsamir yvirfyri hesum diskursi.


Gerast ov sjálvsøkin

Afturróðurin í bókini hjá Svend Brinkmann er, at tað ikki ber til at seta seg niður á flata dintilin og leita eftir svarum ella kanska lesa eina sjálvhjálparbók frá einum ella øðrum terapeuti, tá avbjóðingarnar gerast ov stórar. Á tann hátt verður alt lívið bara ein jagstran eftir persónligari eydnu, og tá er stórur vandi fyri, at vit gerast alt ov sjálvsøkin.

Positiva rákið sigur okkum, at eydnan er góð, broyting er goð, viðurkenning er góð, virkisføri er gott og bjartsýni er gott.

Fara vit ov langt eftir hesum vegi, fer jagstranin eftir persónligari eydnu at taka frá okkum tær skyldur, sum vit sum menniskju eiga at hava í mun til sjálvt lívið, sigur Svend Brinkmann.

- Vit eiga at sleppa okkara jagstran eftir sjálvsbúningartørvi í øllum lutum og heldur menna felagsskapin, mentanina og náttúruna, sigur Svend Brinkmann og leggur afturat:

- Við øðrum orðum eiga vit at brúka størri orku upp á at liva meira etiskt rætt.


Tey sjey stigini

Nógvar av teimum sjálvhjálparbókum, sum Svend Brinkmann hartar í síni bók, byggja á ymisk yvirlit í so og so nógvum stigum, so sum ”Tey sjey kærleiksmálini” og líknandi. Í hesum anda hevur hann ment sítt egna yvirlit í sjey stigum. Upprunaliga stavar yvirlitið frá eini klummu, sum hann skrivaði í einum donskum dagblaði, men í bókini hevur hann skift eitt stig út og annars útdýpað tað, sum hann heldur um ráðini.

Og sum tað sæst, so hevur hann í stóran mun vent øllum á høvdið í mun til hesar bøkur. Ráðini hjá Svend Brinkmann eru hesi: Steðga við at merkja eftir innan í tær, legg dent á tað neiliga í tínum lívi, lat teg í ”nei-hattin”, kúga tínar kenslur, gev tínum coachi sekkin, les eina skaldsøgu og steðga á og hugsa um fortíðina.

Tað kann tykjast eitt sindur grunt, bara at venda øllum við, men Svend Brinkmann klárar tó í síni provokatión at grundgeva fyri, hví hann setir hesi sjey ráðini upp. Tað snýr seg nevniliga millum annað um rættin til at ivast; tað vil siga rættin til at dvølja ella drála og rættin til umhugsan. Alt skal ikki altíð ganga so skjótt fyri seg. Tú má kunna steðga á og siga, at tú ikki ert samd ella samdur, uttan at fáa at vita, at tú ert ein forðing fyri menning.


Statt stinnur

Sjálvt heitið ”Stå fast” verður nógv umrøtt í bókini. Við heitinum sipar hann til, at dagsins nútímans samfelag ongantíð má standa í stað. Vit eru altíð á ferð, og skulu arbeiða okkum frameftir. Men í hesi jagstran kunnu vit tó skjótt missa fótafetið, men við at standa fast og í ein ávísan mun festa røtur, eru vit nógv betur fyri til at møta lívsins avbjóðingum, sigur Svend Brinkmann.

Tað, sum eg haldi er tað sterkasta við nýggju bókini hjá Svend Brinkmann, er hansara máti at viðgera og umrøða persónligar trupulleikar í mun til tað samfelag, vit liva í. Hann sigur, at vit verða noydd at skilja okkara egnu trupulleikar sum avleiðingar av metanarligum samfelagstrupulleikum og tí máta, vit liva. Fyribrigdir sum strongd, angist, anoreksi ella hugtyngsla eru mentanarliga sjúkur, og ikki persónligar. Her byggir hann víðari á útsagnir og tankar hjá fronsku heimspekingunum Foucault og Ehrenberg.

Ein stórur partur av teimum svarum, sum Svend Brinkmann hevur upp á teir lívsstíl-trupulleikar, fólk dragast við í sál síni í ferðmikla nútímans samfelagnum, finnur hann í 2000 ára gomlum ráðum. Hann leitar aftur til stiokarnar, sum arbeiddu við tí, vit rópa neiliga visualisering. Hann biður okkum steðga á og hugsa um, at vit altso skulu doyggja fyrr ella seinni. ”Memento mori”, minst til, at tú skal doyggja, sum stoikarnir søgdu.

- Tað er ein sannroynd, at vit skulu doyggja, og hugsa vit ikki um tað, so liva vit dagliga lívið eftir einum óendaligum leisti, har vit bara leypa frá eini verkætlan til ta næstu. Vit skulu ikki tilbiðja deyðan, men fyrihalda okkum til, at lívið, so sum vit liva tað her og nú, ikki er ævigt, sigur Svend Brinkmann.


Tey sjey ráðini hjá Svend Brinkmann

Steðga við at merkja eftir innan í tær

Legg dent á tað neiliga í tínum lívi

Lat teg í ”nei-hattin”

Kúga tínar kenslur

Gev tínum coachi sekkin

Les eina skaldsøgu

Steðga á og hugsa um fortíðina


FAKTA

Stå fast - et opgør med tidens udviklingstvang

Rithøvundur: Svend Brinkmann

Gyldendal Business, 148 síður

 

 

placeholder

Meira langlesnaður