Brúgv sett upp í miðbýnum í Klaksvík

Mynd: klaksvik.fo

Brúgv sett upp í miðbýnum í Klaksvík

2017-11-21 13:37 Author image
Leif Láadal

Í morgun varð brúgvin sett upp tvørturum áarmunnan, har Ósáin rennur út á Vágna. Tað upplýsir Klaksvíkar kommuna á heimasíðu síni.

- Stórar broytingar síggjast í hvørjum í miðbýarøkinum, tí nógv ferð er á byggingini og nógvar verkætlanir hittast í økinum fyri tíðina. Íbúðarbyggingin nærkast alsamt málinum, og íbúðirnar á Biskupstorgi verða lyklaklárar tíðliga í komandi ári. Brúgvin sambindir júst íbúðarøkið við økið eystanfyri ánna og er partur av heildini, sum skal gera miðbýin gonguvinarligan og hugnaligan, skrivar kommunan millum annað.

Kelda og lesið meira HER

 

placeholder

Meira langlesnaður