Brúkaraprístalið lækkað

2016-07-19 12:06 Author image
Jákup Højgaard

Príslækkingar á brennievni hava verið við til at ávirka brúkaraprístalið, sum er lækkað eitt prosent frá øðrum ársfjórðingi í fjør til annan ársfjóðing í ár, skrivar Hagstovan á heimasíðuni. 

Tað eru príslækkingar á brennievni, sum ávirka brúkaraprístalið, meðan prísurin á brenniolju til húsarhald og rentan á íbúðarlánum eisini eru lækkaði. Í nýtslubólkinum býli er prísurin á brenniolju farin 22,9 prosent niður og samanlagt er býliskostnaðurin farin 7,1 prosent niður. 

Barnagarðspláss eru vorðin bíligari og tað hevur eisini eina ávirkan á lækkingina í nýtslubólkinum ymiskar vørur og tænastur. 

Mesti prísvøksturin er í bólkinum hotel og matveitarar, sum er 2,2 prosent. Tað eru serliga prísinir á breyði og frukt, sum ávirka matvøruprísvøksturin, sum er 1,2 prosent.

Annan ársfjórðing hækkaði brúkaraprístalið 0,4 prosent samanborið við fyrsta ársfjórðing. Mesti prísvøkstur hevur verið í nýtslubólkunum klædnavørur og fótbúnaður, og hotel og matveitarar. Prísvøksturin á báðum var 1,9 prosent.

Mesta príslækking hevur verið í nýtslubólkunum innbúgv, húsbúnaður o.l, 0,6 prosent. Brúkaraprístalið er nú 116,6 samanborið við 116,1 fyrsta ársfjórðing.

placeholder

Meira langlesnaður