Mótstøðuførir brundseyðir

2016-05-14 09:02 Author image
Dimma

Búnaðargrunnurin tók í fjør heyst stig til at kanna mótstøðuførið ímóti ridluskriða hjá føroysku brundunum.

Kanningin er nú liðug og úrslitið vísir, at brundseyðirnir um alt landið eru rættuliga mótstøðuførir. Samstundis bendir kanningin á, at tað væl ber til at kynbøta seyðin til at gerast væl sterkari móti ridluskriðanum, uttan at tað er neyðugt at flyta stórvegis av seyði milllum økini.

Búnaðargrunnurin ger tó vart við, at lutfalsliga fáir brundar eru kannaðir í smærru oyggjunum, og er úrslitið fyri tær tí minni álítandi enn fyri størru oyggjarnar.

Búnaðargrunnurin takkar hjálparfólkunum runt landið fyri eitt gott og dygdargott arbeiði og vónar, at úrslitið kann verða við til at minka um trupulleikan av ridluskriðanum.


Les meira: Kanning um mótstøðuføri móti ridluskriða

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður