Bumba brast í Brússel

2016-08-29 08:45 Author image
Dimma

Ein bumba brast í nátt í belgiska høvuðsstaðnum Brússel, veit Ritzau at siga frá altjóða miðlum.

Bumban brast á kriminologiska instituttinum. Bygningurin var tómur, og tað ljóðar ikki, at nakar hevur fingið skaða.

Umleið klokkan 2.30 koyrdi ein bilur eftir øllum at døma gjøgnum tríggjar byrgingar, skrivar BBC.

Ein ella fleiri hava síðan brostið bumbuna í einum av rannsóknarstovunum, sum fór at brenna. Á rannsóknarstovunum verða kanningar gjørdar í revsimálum.

Óvist er, hvat er hent við teimum, sum hava brostið bumbuna, skrivar Ritzau. Enn vita miðlar heldur ikki at siga, hvør stóð aftan fyri bumbuatsóknina.

 

 

 

 

placeholder

Meira langlesnaður