Ógvusligir bumbubrestir í Havn í nátt

2016-07-17 15:32 Author image
Dimma

- Fólk hava ringt til okkum í dag, um nakrar ógvusligar brestir í nátt klokkan umleið 1.30 í Havn. Men vit fingu ikki fráboðan í sambandi við sjálva hendingina, so vit vita ikki so nógv meira, sigur vaktahavandi á politistøðini.

Talan var helst um eitt brúdleyp, har tað er vanligt at skjóta fýrverk, men hetta var av einum nógv ógvusligari slag. Nakað bresti sum vanligt fýrverk, men teir tríggir til fýra bumbubrestirnir vóru, sum tá spreinging fer fram og alt risti í umráðnum. Ógvusligu brestirnir høvdu helst sín uppruna mitt í sjálvum býnum.

Dimmalætting hevur tosað við fleiri fólk, sum stukku upp av ógvusligu brestunum, og nøkur gjørdist eisini bangin, tí brestirnir vóru so óvanliga harðir.

Vakthavandi sigur, at tað bara er loyvt at skjóta við fýrverki á nýggjárinum, og at eingi loyvi heldur verða givin. Tí kann talan vera um brot á bæði fýrverkslógina og møguliga politiviðtøkurnar. 

placeholder

Meira langlesnaður