Bumbubrestur í suðurtýsklandi

2016-07-25 09:21 Author image
Jákup Højgaard

Ein 27 ára gamal sýri stendur helst aftanfyri bumbuna, sum brast í suðurtýska býnum Ansbach í gjárkvøldi. Tað skrivar DR á heimasíðuni. Gerningsmaðurin doyði av brestinum nær við inngongina til ein tónleikafestival í býnum. Hann hevði roynt at sleppa inn á festivaløkið, men var noktaður, tí hann einki atgongumerki hevði. Tólv onnur vórðu særd, tá bumban brast uttanfyri eina vínbarr í miðstaðarøkinum stutt eftir klokkan tíggju í gjárkvøldi. 

Enn veit man ikki, um talan var um eitt sjálvmorð ella um maðurin hevði ætlað sær at dripið fleiri við bumbuni. Sambært innlendismálaráharranum í Bayern, Joachim Hermann, hevði maðurin nokk av tilfari í ryggsekkinum til at drepa og sára nógv fleiri. 

Sýriski maðurin kom til Týsklands fyri tveimum árum síðani og søkti um friðskjól, men fekk noktað tað fyri einum ári síðani. Hann hevur tó verið verðandi í Týsklandi grundað av støðuni í Sýria. Sambært Joachim Hermann hevur maðurin fleiri ferðir roynt at gera sjálvmorð og var tí tilknýttur at einum sálarsjúkusjúkrahúsi. 

Enn kennir man ikki til orsøkina til álopið, men kannað verður, um nakað tilknýti er til ein islamistiskan bólk. Enn eru eingi prógv, sum týða á at maðurin skuldi verið víðgongdur ekstremistur. 

Hetta er fjórða álop í Týsklandi hesa vikuna. Mánadagin leyp ein drongur á við øks í einum toki, fríggjadagin skeyt ein tannáringur níggju fólk í eini sølumiðstøð í München og sunnudagin leyp ein maður á við masjettu og drap eina kvinnu.

Kelda: DR

placeholder

Meira langlesnaður