Bara eftirlit eftir fráboðan

2016-05-28 14:21 Author image
Dimma

- Ábendingar eru um, at í fleiri kommunum verður als einki uppleitandi eftirlit framt í sambandi við bunkring millum skip. Ofta er talan um flutning av tungolju, sum dálkar sera illa og er sera torfør fyri ikki at siga ógjørlig at taka uppaftur, tá óhapp henda.

Hetta sigur Ingolf S. Olsen, tigmaður í Tjóðveldi,millum annað í sambandi við ein fyrspurning til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, Sirið Stenberg.

Landsstýriskvinnan vísir á, at tað fyrst og fremst eru kommunurnar, sum umsita reglurnar í bunringskunngerðini, meðan Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at reglurnar verða hildnar. Men tað eftirlitið er ikki nakað, sum Umhvørvisstovan av sínum eintingum fremur – tað má koma ein fráboðan fyrst.

- Sum nevnt omanfyri er mest vanligt, at Umhvørvistovan bert fremur eftirlit, um ein fráboðan er komin um eitthvørt óregluligt ella møguliga ólógligt virksemi, sigur Sirið Stenberg millum annað í aftursvarinum.

Ingolf S. Olsen setti fyrispurningin í sambandi við at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur lagt eina umfatandi dagføring av sjólógini fyri Løgtingið.

Dagføringin snýr seg um at seta fleiri av nýggjastu donsku dagføringunum í gildi í Føroyum, so føroyska sjólógin verður meinlík sjólógunum í hinum Norðurlondunum og í samsvari við altjóða sáttmálar. Nakað sum Løgtingið gjørdi av at seta í verk fyri sjey árum síðan. Eisini eru Danmark og Grønland í ferð við at herða reglurnar um bunkring.

Fyrispurningur kann lesast her

Svarið kann lesast her

   

   

placeholder

Meira langlesnaður