Bush dansaði til minningarhald

2016-07-14 15:11 Author image
Alda Nielsdóttir

George W. Bush kom í brennidepilin, tá hann dansaði til minningarhaldið, sum var hildið fyri løgreglumonnunum, sum vórðu skotnir í Dallas. 

Ein røð av ymiskum kendum amerikanarum hildu hond, tá minningarhaldið var. Bush helt í hondini á Michelle Obama, sum ikki sá út til at klára at halda sær, tá Bush byrjaði at dansa. 

Bush hevði hildið talu, og talan fekk góð skoðsmál nógva staðni. 

- Ov ofta døma vit aðrir bólkar eftir teirra verstu umboðum, meðan vit døma okkum sjálvi eftir okkara bestu ætlanum, segði Bush millum annað.

Akkurát tann orðingin verður endurgivin nógva staðni. 

Um tú vil síggja Bush dansa, kanst tú trýsta her 

placeholder

Meira langlesnaður