Búskapargrunnurin skal nú gerast virkin

2016-08-01 09:01 Author image
Dimma

Búskapargrunnur Føroya skal nú gerast virkið amboð at røkka einum meira støðugum, sterkum og sjálvbjargnum búskapi. Lógaruppskot um búskapargrunnin verður lagt fyri løgtingið í tingsetuni, sum nú er byrjað.

Tað stendur í fylgiskjalinum til røðuna, sum løgmaður helt fyri løgtinginum á ólavsøku. Við búskapargrunninum skal fyrilit takst fyri bæði núlivandi og komandi ættarliðum, og tað verður gjørt við at seta pening til síðis, tá ið tað loypir av.

Partur av avlopi landskassans skal soleiðis setast í Búskapargrunnin frameftir. 20 prosent av avlopi landskassans upp til 200 milliónir  krónur, og 50 prosent av avlopi landskassans oman fyri 200 milliónir krónur.

Tað verður nýggi Landsbanki Føroya, ið fer at umsita Búskapargrunnin vegna landið.

- Búskapargrunnurin skal nýtast sum amboð at gera føroyska búskapin sjálvbjargnan og at javna sveiggini í búskapinum, sigur løgmaður.

 

Landsbankin skal styrkja búskapin

Samgongan undan hesari tók av Landsbanka Føroya. Nýggja samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn fer at endurstovna landsbankan, sum skal stýra búskapargrunninum.

Nýggi Landsbanki Føroya og Føroya váðaráð verða stovnsett og skulu í felag virka fyri fíggjarligum støðu- festi í Føroyum.

- Føroyar eru raktar av fleiri fíggjar- og búskaparkreppum seinastu áratíggjuni. Tær hava kostað samfelagnum, fólkinum og vinnuni nógv, bæði tá ið ræður um fíggjarlig virði, trivnað, sjálv- bjargni og fólkatal. Fleiri stig verða nú tikin at fyribyrgja, at søgan endurtekur seg.

Landsbanki Føroya verður settur á stovn saman við Føroya váðaráði við endamálinum at virka fyri fíggjarligum støðufesti og at virka fyri at fyribyrgja framtíðar fíggjarkreppum, minka sveiggini í føroyska búskapinum og harvið styrkja búskapin.

Nýggi landsbanki Føroya skal virka sum óheftur, almennur fíggjar- og greiningarstovnur og fer at virka sum skrivstova hjá Føroya váðaráði.

placeholder

Meira langlesnaður