Bussar sleppa bíligari við Smyrli

2017-04-12 11:44 Author image
Sigmund Vang

Fyri at betra um umstøðurnar hjá ferðavinnuni í Suðuroynni, hava Strandfaraskip Landsins í samráði við Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum gjørt av at lækka prísirnar fyri bussar, ið ferðast við Smyrli. Tað upplýsir Samferðslumálaráðið í skrivi sent miðlunum.

- Fólk í ferðavinnuni hava ofta gjørt vart við, at prísurin fyri bussar við Smyrli er ov høgur, og lækkingin er tí ein byrjan upp á at betra um ferðavinnuvirksemið í oynni”, sigur Henrik Old, landsstýrismaður.

Bussprísirnir við Smyrli lækka 30 prosent. Í krónum og oyrum velst um, hvussu stórur bussurin er, men sum dømi kann nevnast, at størstu bussarnar - teir omanfyri 15 metrar - skulu frá 1. mai rinda 765 krónur í mun 1.100 krónur, sum hevur verið galdandi.  

  

placeholder

Meira langlesnaður