Bussmiðstøðin í Steinatúni latin upp

2016-07-27 13:48 Author image
Jógvan Samuelsen

Fitt av fólki var komið saman, tá nýggja torgið í Steinatúni varð tikið alment í nýtslu í morgun.

Kommunan hevði kallað inn til eina lítla hátíðarløtu, nú fyrsta byggistig av Steinatúni varð tikið í brúk í morgun.

Broytingin, sum er gjørd er, at parkeringsbásarnir, sum vóru millum busssteðgistaðið og bankan, er burtur, og innkoyringin til gongugøtuna er eisini vekk. Ístaðin er nú eitt torg, sum er javnt við atkomuhæddina í gamla bankabygninginum, og ein nýggj inngongd til ta hæddina í gamla bankabygninginum, har millum annað Visit Tórshavn, sum áður hevur hildið til í bygninginum hjá Gamla Bókhandli, skal halda til.

Nú um ólavsøkuna verður framsýningin "Kongaligar vitjanir í Havn frá 1844 til 2016" at síggja, men seinni í heyst, umleið 1. november flytir eisini Tjaldur Apotek inn í gamla Bankabygningin.

Sum "siður" er, tá slík tiltøk eru, vóru røður hildnar í Steinatúni fyrrapartin, og GHM spældi nøkur løg. Tá røðurnar vóru lidnar, bjóðaði kommunan kaffi.

placeholder

Meira langlesnaður