Bussur við skúlabørnum í ferðsluóhappi norðanfyri

2016-06-20 16:03 Author image
Dimma

Eingin fólkaskaði hendi, tá ið ein bussur hjá Bygdaleiðum við 18 skúlabørnum rendi á ein persónsbil, sum koyrdi út fyri bussin við Ánirnar í Klaksvík, á veg niðan móti tunnismunnanum.

Hetta upplýsir vakthavandi á politistøðini fyri dimma.fo

Børnini komu úr skúlanum á Fløtum úr, og tey vóru ávegis norðureftir á útferð við bussinum hjá Bygdaleiðum, tá ið óhappið hendi. Børnini gjørdust rættiliga skelkað av hendingini, og tey fingu innivist saman við lærarum á politistøðini í Klaksvík, til tey fóru aftur til Havnar.

Skúlin á Fløtum skipar fyri sálarligari kreppuhjálp til lærarar og næmingarnar, sum ganga í 5. flokki.

Óhappið hendi, tí ein ung kvinna, ið var á veg norðureftir, vendi inn á eitt vendipláss, áðrenn hon snarar 180 stig, tí hon ætlar sær aftur suðureftir aftur. Hon hyggur ikki nóg væl og vendir tískil beint út fyri bussin, sum koyrir norðureftir. Bussurin hevði ongan møguleika at sleppa undan ákoyringini, skilst á vakthavandi.

Stoyturin var rættiliga harður, og fleiri børn fingu ein stoyt, men eingin kom tíbetur til skaða. Lærarin gjørdi beinanvegin av at avlýsa túrin, og børnini fóru aftur til Havnar. Foreldrini fingu beinanvegin boð um hendingina.

placeholder

Meira langlesnaður