Bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum

Bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum

2017-12-19 15:56 Author image
Innsent

Landsstýriskvinnan við almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, hevur í vikuni lagt trý lógaruppskot fyri løgtingið, sum fara at bøta munandi um bústaðarviðurskiftini hjá fólki við serligum avbjóðingum.

Lógaruppskotini fevna um

- eitt búheim og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu við 6 búplássum og 6 umlættingarplássum umframt eitt dagtilboð til áleið 15 børn og ung

- eitt nýtt barnaheim, sum verður skipað í fýra eindum, eini móttøkudeild, bú- og viðgerðareind, eftirverndareind og eini familjueind

- tveir vardar bústaðir í Tórshavn til fólk við menningartarni, sum fara at útvega áleið 36 búpláss.

Lógaruppskotini er ein liður í samlaðu løguætlanini hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum í tíðarskeiðinum 2017 til 2022, sum skal fáa til vega betri og tíðarhóskandi bústaðarkarmar í Suðurstreymi. Landsstýrið hevur í tíðarskeiðinum sett 200 mió. kr. av í løguætlanini til endamálið.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, fegnast um, at gongd er sett á arbeiðið og takkar samstundis politisku skipanini fyri at hava tikið hetta mál í størsta álvara við at seta neyðugan pening av til endamálið.

Í síðstu viku vórðu bygginevndir settar og eru tær farnar til verka. Fyrsta stig á leiðini er at lata landsstýriskvinnuni byggiskrá til byggiætlanirnar.

Gongst sum ætlað, eru hesar tríggjar verkætlanirnar lidnar í 2023. Tann fyrsta, búheim og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu, verður væntandi klár í 2021.

 

placeholder

Meira langlesnaður