Tórshavnar Kommuna yvirtekur býarsavnið

2017-03-08 11:17 Author image
Dimma

Birgar Johannesen var á fundi í morgun við Anniku Olsen, borgarstjóra, og Gunvør Balle, forkvinnu í mentamálanevndini, umframt fólk frá fyrisitingini.

Avtala er gjørd um, at Tórshavnar kommuna yvirtekur Býarsavnið hjá Birgari Johannesen. Fyribils verður Býarsavnið opið sum vanligt.

Kommunan skal síðan finna eina fyrbils hølisloysn, til ein størri samlað loysn fyri søvnini í býnum verður framd.

Birgar Johannesen heldur fram at arbeiða á Býarsavninum, men Tórshavnar kommuna yvirtekur fíggjarligu ábyrgdina.

Herfyri kom tað annars fram, at býarsavnið møguliga mátti lata aftur av fíggjarligum ávum. Eitt felag var stovnað at savna pening inn, so savnið kundi bjargast, men har mátti meira til. Og nú yvirtekur kommunan.

 

Lesið eisini:

Býarsavn úr egnum lumma

Kærleikin sum ongantíð rustar

  

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður