Húsini verða tættari og betri

2017-04-02 19:26 Author image
Dimma

- Nýggja Bygningskunngerðin krevur millum annað eitt nógv tættari samskifti enn higartil millum byggiharra og kommununa, serliga undir projekteringini, men eisini í byggitíðini, og hetta fer at síggjast aftur á góðskuni á húsunum.

Tað sigur Marius Müller, leiðari á byggi- og umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu.
Hann var við í arbeiðsbólkinum, ið gjørdi nýggju Bygningskunngerðina.
Umframt at kommunurnar skulu tryggja eina fullfíggjaða málsviðgerð, skulu tær eisini hava eftirlit við, at reglurnar verða hildnar.

Fakfólk inn í myndina
- Nú ber ikki longur til at byggja eftir egnum høvdi. Tekningar og útrokningar skulu gerast av fakfólki – arkitektum, byggifrøðingum, verkfrøðingum ella øðrum, sum kommunan kann góðtaka. Samstundis skulu forfundir og ávegis fundir millum partarnar greiða møguligar ivaspurningar undir byggingini.
- Endamálið er at tryggja, at byggireglurnar verða hildnar, og harvið forða fyri tilvildarligari bygging, leggur Marius Müller dent á.
- Hetta fer helst at bera í sær, at byggikostnaðurin verður eitt sindur hægri, men afturfyri fáa vit nógv betri hús í framtíðini, leggur hann sannførdur aftrat.

Lesið meira í temablaðnum, Byggivinna, sum er í blaðnum hetta vikuskiftið

placeholder

Meira langlesnaður