Bláa bylgjan skolar víðari

2016-06-13 08:00 Author image
Dimma

Eingin tekur KÍ í løtuni. Í fagrastu líkindum í Klaksvík við einari áskoðarafjøld, sum hini liðini í bestu deildini bara kunnu droyma um, sendu klaksvíkingar hinar víkingarnar heimaftur sum av torvheiðum.


Tað var enn einaferð tann dansandi álopsduoin Bjartalíð og Klettskarð, sum syrgdi fyri málunum, og nú má vera greitt, at eisini besta álopið er at finna í Klaksvík, tí bestu verjuna hava teir longu prógvað. Teir báðir hava nú skorað ávikavist 12 og 10 mál fyri KÍ. Kí er nú fýra stig framman fyri nummar tvey, ið framvegis er Víkingur.

Sí myndafrásøgn á Norðlýsinum her 

TB gjørdi ein ordans vørr við at vinna á einum av hinum FM-biðlunum NSÍ í Trongisvági. Nýggi venjarin Sigfríður Clementsen legði sostatt væl frá landi í síni fyrstu roynd á odda fyri stolta aldursforsetan í føroyskum fótbólti. 3-1 til TB.

Í Havn spældu HB og B36 málleysan javnleik, sum hvørki av feløgunum í veruleikanum kunnu brúka til tað stóra. Báðir partar høvdu møguleikan at avgera dystin, men hvørgin parturin vísti tað fótbóltsspælið, sum skal til.

ÍF bankaði B68 4-0, og harvið er ÍF veruliga komið fyri seg og hálaði seg fram um HB upp á 5. plássið.

Skála vann sera avgerandi dyst móti AB við einum máli móti ongum. Við sigrinum skrykti Skála seg veruliga leyst av botninum, har AB og B68 nú liggja einsamøll.

Støðan er nú: KÍ 32 stig, Víkingur 28 stig, B36 26 stig, NSÍ 24 stig, ÍF 21 stig, HB 19 stig, TB 13 stig, Skála 13 stig, AB 9 stig og B68 6 stig. Sí meira á faroesoccer.com

 

Meira langlesnaður