David Cameron leggur frá sær í heyst

2016-06-24 09:01 Author image
Simona Midjord

David Cameron talaði fyri, at Bretland varð verandi í ES, men tað eydnaðist honum ikki at sannføra bretsku veljararnar um tað sama, og á fólkaatkvøðuni í gjár valdu bretar at fara úr ES.

Nú hevur forsætismálaráðharrin so boðað frá, at hann tekur avleiðingarnar og leggur frá sær í seinasta lagi í heyst.

David Cameron segði á tíðindafundi júst nú, at hann er sera errin av tí, hann hevur avrikað sum forsætismálaráðharri, og at hann altíð hevur hildið, at tú eigur at konfrontera tær stóru avgerðirnar og ikki hopa undan teimum.

Skjótt fyrrverandi stjórnarleiðarin segði, at hann ikki fer at seta nakra tíðarætlan á beint nú, men at ein nýggjur forsætisráðharri kemur í sessin í seinasta lagi í heyst.

placeholder

Meira langlesnaður