Kannað cannabis: Vildi bjóða mammu annað enn kemo

2017-02-13 10:48 Author image
Sigmund Vang

Í kjalarvørrinum av avgerðini hjá danska fólkatinginum um eina royndarætlan við medisinskum cannabis í fýra ár, er hol sett á eitt kjak um umstríddu plantuna. ”Cannabis sativa”, sum er upprunaliga navnið á plantuni, er kelda til bæði heilivág og rús. Eitt nú er marihuana útvunnið av cannabis, og bleiv tað ólógligt í USA í 1930-árunum. Men í Kina verður plantan mett sum eitt natúrligt evni, har hon hevur verið nýtt sum heilivágur í fleiri hundrað ár. Í dag er cannabis ólógligt um okkara leiðir, men til ber at skaffa tað úr eitt nú Hollandi, ella um tú fert ein túr á Christiania í Keypmannahavn.

Ragnar Joensen úr Hvannasundi hevur alt sítt lív sæð mammu sína líða av liðagikt, sum er bruni í liðunum.

– Hon fær kemoviðgerðir fyri at niðurbróta immunverjuna, so immunverjan ikki leypir á brunafongdu liðirnar. Kemoviðgerðin fer illa við kroppinum, so eg hugsaði, at tað mátti vera okkurt annað tilboð til hana. Eg setti mær fyri at kanna hetta nærri og rendi meg í CBD-oljuna, sum er annað av høvuðsevnunum frá cannabis-plantuni, og sum mótvirkar tí euforiserandi THC-evninum í henni.

– Plantan sær út til at vera skapað til menniskja, og eg setti mær fyri at kanna møguleikarnar fyri at fáa cannabis-olju innflutta. Eg upprættaði síðuna Gudsplanta.com, har eg ætlaði at selja hesar droparnar til onnur, ið høvdu brúk fyri tí. Eg setti meg í samband við ymisk fólk, ið vistu um hetta, løgregluna, landsapotekaran og onnur, greiðir Ragnar Joensen frá.

– Hetta eru tveir mánaðir síðani, og tað hevur verið eitt baks. At enda fekk eg svar um, at CBD verður roknað sum heilivágur, men at eingin lóggáva er um CBD. Og har liggur málið nú, leggur hann afturat.


Brot úr longri grein, sum er at lesa í nýggjastu Dimmalætting. Har kanst tú eisini lesa um Gunnvá Tróndardóttir, sum hevur sklerosu. Heilivágurin, sum hon fær, hevur nógv hjáárin, og tí vildi hon ynskt, at hon kundi brúkt cannabis-olju, sum ikki hevur nøkur hjáárin, men ger hon tað, brýtir hon lógina.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður