Maðurin sum drap John Lennon sleppur ikki út enn

2016-08-29 20:43 Author image
Simona Midjord

Mark David Chapman, sum fyri skjótt 36 árum síðani skeyt John Lennon, hevur fyri níggjundu ferð fingið noktandi svar frá amerikansku myndugleikunum upp á áheitan um at verða leyslatin.

Tað var 8. desember í 1980, at Chapman við køldum blóði skeyt Lennon uttan fyri Dakota-bygningin í New York, har víðagitni tónleikarin og kona hansara Yoko Ono búðu. Chapman varð seinni dømdur millum 20 ár og lívlangt fongsul fyri morðið og hevur sitið inni síðani.

Í síðstu viku royndi hann fyri níggjundu ferð at verða royndarleyslatin, men fekk noktandi svar. Grundgevingin hevur hvørja ferð verið, at tað hevði undirgrivið rættartrygdina at latið Chapman leysan.

Sambært blaðnum The Daily News eru fimm brøv komin til myndugleikarnar seinastu tvey árini við áheitan um at lata Chapman leysan. Hinvegin eru tvey brøv eisini komin við áheitan um tað øvuta - annað av teimum kom frá Yoko Ono, sum segði seg stúra fyri trygdini hjá sær sjálvari eins væl og synunum, sum hon fekk saman við John Lennon, um Chapman sleppur út. Samstundis hevur Ono róð framundir, at tað allarhelst er tryggari hjá Chapman at sita í fongsli enn at vera úti, tí mong munnu vera hugað at hevna morðið á Lennon.

Mark David Chapman sigur seg hava funnið Jesus, meðan hann hevur sitið í fongslinum, og at ein prestur hevur lovað sær arbeiði, um hann verður latin leysur. Eina ferð loypti hann øði í Yoko Ono við at siga, at John Lennon hevði havt fyrigivið sær.

 

placeholder

Meira langlesnaður