Christiano Ronaldo og Lieke Martens eru heimsins bestu

Mynd: epa.eu

Christiano Ronaldo og Lieke Martens eru heimsins bestu

2017-10-24 14:24 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

32 ára gamli portugisarin, Christiano Ronaldo, bleiv í gjárkvøldið valdur heimsins besti fótbóltsleikari av Altjóða Fótbóltssambandinum, FIFA. Eisini tilnevndir til heiðurin sum heimsins besti leikari vóru Lionel Messi úr Argentina og Neymar da Silva Santos úr Brasil.

Hetta er annað árið á rað at Christiano Ronaldo vinnur heiðurin og fimtu ferð í alt. 
Ronaldo og Messi hava seinastu tíggju árini kappast móti hvør øðrum um heiðurin sum heimsins bestu, og hava teir báðir nú vunni heiðurin fimm ferðir í part.

Umframt at Christiano Ronaldo fór heim við heitinum sum heimsins besti mannligi leikari, varð hollenska Lieke Martens, vald til heimsins besta kvinnuliga leikara. Lieke Martens spælir FC Barcelona. Martens vann heitið móti øðrum stjørnuskotum, so sum amerikansku Carli Lloyd og venesuelensku Deyna Castellanos.

Lieke Martens, tá hon fekk heiðurin sum heimsins besta
Lieke Martens, ið vann heitið heimsins besti kvinnuligi leikari


Franski fyrrverandi leikarin, Zinedine Zidane, vann eisini heiður sum heimsins besti venjari.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður