Cliff Richard fer at spæla teir bestu

2016-08-04 09:44 Author image
Dimma

Cliff Richard, sum fer at spæla á Summarfestivalinum í kvøld, er ikki komin til Føroya fyri at vísa fólki nýggj løg.

- Eg ætli mær at spæla nógvar av mínum bestu sangum fyri føroyingum, sigur Cliff Richard, sum hevur konsert á Summar Festivalinum hóskvøldið

75 ára gamli Cliff Richard, og hóast høga aldurin er hann sera væl fyri, siga fyrireikararnir. Legendan lendi í privatflogfari seinnapartin í gjár.

- Fólk kenna nógvar av mínum sangum, og eg haldi, at tú skyldar fólki at spæla kendar sangir á slíkari konsert, so eg ætli mær at spæla nógvar av mínum bestu sangum fyri føroyingum, sigur Cliff Richard.

Cliff Richard hevur verið virkin sum tónleikari síðani 1950’ini, og hann hevur spælt ymisk sløg av tónleiki – popp, rock ’n roll og eisini gospel. Hann ætlar sær at tríva í sangir frá teimum ymsu tíðarskeiðunum.

- Eg havi hoyrt, at føroyingar syngja væl við á konsertum, og tað dámar mær sera væl, sigur Cliff Richard.

Konsertin við Cliff Richard verður á Vágsbøi í Klaksvík í kvøld kl 22:00.


Cliff Richard kom í Vágar við egnum privatflogfari seinnpartin í gjár (mynd: SF)

placeholder

Meira langlesnaður