Cliff bergtók tey flestu við hondini upp til oyra

2016-08-05 11:44 Author image
Sigmund Vang

Miðalaldurin á Vágsbøi hevur nokk ongantíð verið hægri enn í gjárkvøldið, tá Cliff Richard fór á pallin á ársins summarfestivali. Longu ein tíma áðrenn konsertin hjá 75 ára gomlu heimsstjørnuni skuldi byrja, savnaðust fólk frammanfyri pallin. Størstu fjeppararnir vildu sleppa so tætt sum gjørligt.

Konsertin var sum heild góð. Cliff Richard spældi øll síni kendu løg, og fólk sungu við. Onkuntíð vóru surpurnar (medley-irnar) í so langar, og summi av teimum løgum, sum bara vóru framførd í brotum í hesum syrpum, kundu havt uppiborið at verið sungin úr enda í annan.

Viðvíkjandi ljóðinum, eru tveir lutir, ið mugu nevnast her. Fyri tað fyrsta, so burdi ljóðið sum heild verið harðari, og so var eftir øllum at døma okkurt galið við monitorunum av og á. Cliff royndi sum frægast, men tað var týðiligt, at hann viðhvørt ikki hoyrdi seg sjálvan.

Tað skal tó ikki vera tað, sum stendur eftir. Tað, sum eigur at standa eftir, er at føroyingar nú endiliga hava havt møguleikan at síggja og hoyra Cliff Richard í Føroyum. Nógvir hundraðtals føroyingar hava verið á konsertum hjá honum uttanlands, og sum árini liðu, minkaði ivaleyst vónin um at fáa hann til Føroya. Men nú var hann her. Vit kunnu siga, at Cliff kom, sang og sigraði.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður