Hillary Clinton verður forsetavalevni

2016-06-07 08:15 Author image
Dimma

Fyri fyrstu ferð verður tað ein kvinna, sum skal royna at gerast forseti í USA í øðrum av teimum stóru flokkunum. 

Tað gjørdist greitt í nátt, sambært fleiri amerikonskum miðlum, teirra millum New York Times.

Orsøkin er, at 23 av teimum sokallaðu ”superdelegeraðu” hava sagt frá, at teir stuðla Hillary Clinton. Harvið kemur hon upp á tilsamans 2.383 valmenn, sum er talið, ið krevst fyri at vinna á Bernie Sanders.

Higartil hevur Hillary Clinton 1.812 vanligar delegeraðar og 571 superdelegeraðar aftan fyri seg.

Sostatt er klárt hjá Hillary Clinton, sum tann fyrsta kvinnan hjá demokratunum, at fara í eitt hart valstríð móti Donald Trump, sum verður valevni hjá Republikanarunum.

Hillary Clinton fegnaðist um sigurin í kvøld, men samstundis minti hon sínar stuðlar um, at tað er arbeiði eftir at gera, og í dag eru seks val á skránni, m.a. í California. 

placeholder

Meira langlesnaður