Costa Concordia: Skiparin fongslast í 16 ár

2016-06-01 12:01 Author image
Jógvan Samuelsen

Skiparin á Costa Concordia bar seg ábyrgdarleyst at, tá hann 13. januar 2012 gjørdi av at sigla skipið so tætt at oynni Giglio uttanfyri Toscana, at skipið fór á land og hálvdist. Og hann hevði eisini ábyrgdina av, at 32 fólk lótu lív í vanlukkuni.

Tað staðfesti kærurætturin í italska býnum Firenze í úrskurði sínum í gjár.

Francesco Schettino varð í februar mánaði í fjør dømdur 16 ár og ein mánaða fongsulsreving fyri manndráp, fyri at hava ábyrgdina av at skipið sigldi á land og fyri at vera farin av skipinum áðrenn ferðafólkini og manningin fóru av skipinum.

Schettino kærdi dómin, men nú, gott og væl eitt ár seinni, hevur kærurætturin staðfest upprunaliga dómin. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.

Sambært AFP er tó ikki vist, at hetta er endaliga niðurstøðan, tí italska rættarskipanin hevur fleiri kærumøguleikar, sum Schettino kann brúka. Um hann kærir víðari, ber ikki til at siga nakað um beint nú.

Italski skiparin hevur ongantíð vilja viðurkent, at hann átti ábyrgdina av vanlukkuni. Tvørturímóti hevur hann roynt at skúgva ábyrgdina yvir á reiðaríið, Costa Crociere, partaeigararnar og á italsku sjóverjuna.

Sambært útlendskum miðlum royndi hann, tá rættarmálið var fyri í 2014 at fáa rættin at trúgva, at tað var eitt óhapp, at hann var farin av skipinum. Hann datt niður í bjargingarbátin og fekk forboð fyri at fara umborð aftur. Hesum trúði rætturin tó ikki, tí ein partur av dóminum var júst knýttur at  avgerðini hjá skiparanum at fara av skipinum áðrenn øll ferðafólkini og manningin vóru farin.

Tað vóru umleið 4.200 fólk við ferðamannaskipinum, tá tað rendi á land. Av teimum vóru 3.200 ferðafólk.
  
  

placeholder

Meira langlesnaður