Dýrandi fullur rendi á

2016-06-01 11:03 Author image
Dimma

Beint eftir midnátt var eitt minni ferðsluóhapp við rundkoyringina á Argjum. Fólk sóu, at ein bilur rendi á, og tey ringdu til løgregluna, sum kom á staðið stutt eftir.

Maðurin var farin úr bilinum og gekk inn móti býnum. Løgreglan fekk fatur í manninum, sum bleiv biðin um at blása í ballónina. Tað vísti seg, at hann var dýrandi fullur. Hann hevði eina promillu á 2,92, og tí misti hann eisini koyrikortið á staðnum.

Loyvda markið at koyra bil er 0,2 promillu. Vanliga verður sagt, at hevur tú eina promillu á 3 promillu, ert tú á markinum til at detta av, men tað veldst eisini um, hvussu nógv tú annars drekkur dagliga.

placeholder

Meira langlesnaður