Vandamiklir dropar av D-vitaminum

2016-08-08 16:33 Author image
Simona Midjord

Donsku Sundhedsstyrelsen og Fødevarestyrelsen hava sent ávaring út um vandamiklar dropar av D-vitamin, sum vanliga verða givnir børnum.

Síðani mars mánað eru umleið 300 fløskur við vandamiklum D-vitamindropum frá fyritøkuni Inno Pharma seldir í Helsam, Matas og á internetinum. Trupulleikin við dropunum er, at har er alt ov nógv D-vitamin í, og tað kunnu børn gerast álvarsliga sjúk av.

Sagt verður, at bert økologiskir D-vitamindropar í rapsolju frá Inno Pharma eru vandamiklir. Foreldur kunnu uttan ampa halda fram við at geva børnunum D-vitamindropar av øðrum sløgum. Men tey, ið geva børnum dropar av áðurnevnda vandamikla slagnum, skulu gevast við hesum alt fyri eitt. Tey børn, ið hava fingið droparnar, skulu til lækna og fáa blóðroynd tikna, verður sagt í tíðindaskrivi frá politinum vegna Sundhedsstyrelsen og Fødevarestyrelsen.

placeholder

Meira langlesnaður