Dagtilhald fyri minnisveik letur upp á Skála  

2016-06-02 07:41 Author image
Dimma

Fyri góðum tveimum mánaðum síðani tók stýrið fyri Økistænastuna hjá Skálafjarðarsamtakinum avgerð um, at gamla Sambýlið á Skála skuldi nýtast sum Dagtilhald til borgarar, ið eru minnisveikir.

Síðan hevur verið arbeitt miðvíst við at fremja hesa ætlan, sum millum annað hevur til endamáls at stuðla heimabúgvandi, ið hava fingið staðfest demens sjúku, til ein virðiligan, virknan og innihaldsríkan gerandisdag, í góðum felagsskapi, so hesi kunnu búgva heima longs gjørligt.

Haraftrat skal skipanin veita avvarðandi lætta, vegleiðing og stuðul, samstundis sum virkast skal fyri einari øktari vitan um demens sjúkurnar.

Við hesum átaki hevur Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum ætlanir um at menna tænastuna á demensøkinum og soleiðis stuðla uppundir heildarætlanina um eitt demensvinarligt samfelag.

Nú Dagtilhaldið á Skála letur upp, verður “Opið hús” í dag klokkan 15.30 – 17.30, har øll eru vælkomin. Umframt røður og tónleik er skráin merkt av, at talan eisini  verður um eitt barnavinarligt tiltak nevnt  “Kom við til Spæliland,” har klovnurin Totti undirheldur.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður