Dagur og Vika skjýtur langt við síðuna av

2016-08-17 09:06 Author image
Dimma

Tað er beinleiðis skeivt, tá Dagur og Vika í kvøld ber tíðindini, at samgongan undir aðru viðgerð av ásetingini av fiskidøgum hevur samtykt at taka 30 prosent av fiskidøgunum frá skipunum í bólkunum 3, 4 og 5 næsta fiskiár.

Gaman í er útlutingin av fiskidøgum eitt sindur meira torskild í ár enn undanfarin ár, men nú hevur uppskotið um fiskidagarnar, sum Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, legði fram á ólavsøku, verið í miðlakvørnini í út við tríggjar vikur, so tað átti at borið til hjá Degi og Viku, okkara almenna tíðindaflaggskipi, at havt fakta upp á pláss.

Men innslagið rakar fullkomiliga við síðuna av, tí helvtin av faktuellu upplýsingunum í málinum als ikki eru tikin við.

Tíðindainnslagið umrøddi bara tann partin av lógarbroytingini, sum umfatar tann generella niðurskurðin av fiskidøgunum. Endamálið við hesi skerjing er fyrst og fremst, at teir óbrúktu fiskidagarnir, ið kunnu økja um veiðitrýstið, meðan stovnarnir byggja seg upp, verða minkaðir.

Men útlutingin hesaferð er í tveimum:

  1. Ein generell útluting, sum sambært samgongusemjuni skal vera 30 prosent minni enn útlutingin í verandi fiskiári.
  2. Og so ein eyka útluting – av summum nevnd buffari og av øðrum tillagingarskipan ella afturberingarskipan – úr einari pulju, haðani skip kunnu fáa atgongd til fiskidagar alt eftir, hvussu aktiv tey hava verið í verandi fiskiári.

Við hesi skipan fáa tey fiskiskip, ið hava verið virkin, eina tillaging sum ger, at tey kunnu halda sítt virksemi á sama støði, sum í verandi fiskiári. Tað vil siga, at í mun til tað fiskidagatalið, ið tey veruliga brúktu í undanfarna ári, er minkingin nærum ongin.

Tað er bara, um eitt skip als ikki hevur brúkt sínar tillutaðu fiskidagar, tað vil siga bara hevur ligið við kaj, at tað onki fær úr hesi afturberingarpuljuni.

At ávísir aðrir ivaspurningar og viðurskifti eru komin fram undir viðgerðini og hoyringunum í sambandi við atgongdina til eyka fiskidagar, er sjálvsagt tikið í álvara. Og arbeitt verður støðugt við at bøta um tey viðurskifti, til uppskotið verður endaliga samtykt.

Ymiskar meiningar eru um skerjing av fiskidøgum, og fyri nógv er talan um eitt sera eymt mál. Tað er eisini væl skiljandi, at eitt slíkt mál elvir til hvast orðaskifti, men tað er serstakliga óheppið, at eitt ófullfíggjað tíðindainnslag við beinleiðis skeivum staðfestingum og niðurstøðum er við til at skapa óneyðuga øsing.

 

Ingolf S. Olsen
Tjóðveldi, limur í Løgtingsins vinnunevnd

placeholder

Meira langlesnaður