Illa dálkaður fuglur: Tinganes stongt fyri almenninginum

2016-06-23 21:53 Author image
Sigmund Vang

Hans David Hansen, insatsleiðari hjá Tórshavnar sløkkiliðið, sigur við Dimma.fo, at fuglarnir eftir øllum at døma hava fingið okkurt lívrunnið evni á seg. Leitað hevur verið á vágni eftir oljudálking, men einki er funnið. Eisini hevur verið spurt ynsastaðni um olja er likin, men einki slíkt er hent, sær tað út til.

Svartbakurin hevur sikkurt rent seg í eitthvørt, sum kann hava flotið á sjónum. Kanska er talan um lýsi.

Ein svartbakur sá út til at vera meira enn hálvdeyður, og fólk frá sløkkiliðnum tóku hann burturfrá. Tá hann hevði staðið eina løtu, kom lív í aftur, og hann sær út til at yvirlivað, sigur Hans David Hansen.

Hans David Hansen dugir ikki at siga, hvussu leingi ytsti parturin av Tinganesi verður stongdur, men tað kann blíva nakrar dagar.

Ein fyrrverandi alari, sum Dimma.fo hevur tosað við, sigur at tað kann henda, at lýsi rennur frá aliringum, um tað antin er ov nógv fóðrað ella alifóðrið inniheldur ov nógv lýsi, og tí heldur hann, at tað kann vera tað, sum er hent her.

Aðrastaðni í landinum hava tey eisini sæð fugl, sum er dálkaður á sama hátt sum svartbakarnir á Tinganesi.

 

 

Meira langlesnaður