Danny & the Veetos við nýggjum sjónbandalagi

2016-07-30 20:45 Author image
Jákup Højgaard

Nú ber til at hyggja at fyrsta sjónbandalagið hjá bólkinum Danny & the Veetos. Bólkurin hevur av álvara gjørt um seg á útvarpsrásunum við løgunum Sunnukvøld í mei og Alright. 

Tað er nýggja lagið Alright, sum nú er komið út á sjónbandi. Lagið er eitt av løgunum, sum vera við á fløguni, sum verður útgivin í august.

Framleitt hava Gudmund Helmsdal saman við Rógva Rasmussen, Rúnu Ingunardóttir og Siggu Vang.

Hygg og hoyr Alright her

placeholder

Meira langlesnaður