Danski uttanríkisráðharrin vitjar

Danski uttanríkisráðharrin vitjar

2017-06-12 09:43 Author image
Leif Láadal

Í dag kemur danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, til Føroyar á árliga fundin við landsstýrismannin í uttanríkismálum.

Á skránni fyri fundin er sínámillum kunning um politisku støðuna, og landsstýrismaðurin og uttanríkisráðharrin fara eisini at viðgera áleikandi uttanríkispolitisk mál, m.a. ynski hjá landsstýrinum um at broyta uttanríkispolitisku heimildarlógina, málið um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í norðurlendska samstarvinum og arktiska samstarvið, upplýsir Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Á ferðini skal danski uttanríkisráðharrin eisini hava fund við Løgtingsins uttanlandsnevnd.

Danski uttanríkisráðharrin fer av landinum aftur týsmorgunin.L

placeholder

Meira langlesnaður