Danskir miðlar lýsa við føroyskum flaggdegi í dag

2016-06-29 19:14 Author image
Dimma

Lars Løkke Rasmussen má vera tann danski politikarin, sum hevur tættast bond við Føroyar. Konan, Sólrun Jákupsdóttir, er føroysk, og Lars Løkke hevur ofta verið í Føroyum í síni frítíð. Kanska konan eisini rættar tað, sum Lars Løkke hevur skrivað í rætting til TV2 News, tí at flaggdagur er sjálvandi ikki á ólavsøku, men 25. apríl.

Tað skapti ávíst rumbul, at Lars Løkke Rasmussen kravdi, at allir almennir danskir stovnar skuldu flagga á ólavssøku hvørt ár. Summi vildu ikki hava, at danir flaggaðu við føroyskum flaggi, ímeðan onnur hildu, at tað var meira hóskandi, um hetta varð gjørt 25. apríl, Flaggagin, og ikki á Ólavssøku.

Tey sum hildu tað, munnu nú skilja, hví Lars Løkke heldur vildi flagga á ólavssøku. Hann heldur eftir øllum at døma, at Flaggdagurin er tá.

Ella sigur hann bara, at ólavsøka er føroyskur flaggdagur í Danmark. 

placeholder

Meira langlesnaður