Demokratisk leiðsla sett á breddan

2016-08-19 11:31 Author image
Dimma

- Starvsfólk vera sett og uppsøgd, og broytingar henda á arbeiðsplássinum, uttan at starvsfólkaumboðini verða tikin við uppá ráð, so sum sáttmálarnir siga. Ella so seint, at tey í veruleikanum onga ávirkan fáa á avgerðirnar.

Soleiðis sigur Suni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.

Hann fegnast tí um, at umboð fyri fakfeløg og arbeiðsgevarar á almenna arbeiðsmarknaðinum í Norðurlondum hava ráðstevnu í Havn 22.-25. august, har millum annað medábyrgd er á skrá. Viðgerast skal, hvussu tryggjað verður eitt gott samstarv millum leiðslu og starvsfólk og rættin hjá starvsfólkum at vera tikin við í avgerðartilgongdina. 

Tað er samstarvsfelagsskapurin Nordiske Statstjenestemenns Organisation, NSO, sum stendur fyri ráðstevnuni, ið verður hildin árliga.

Les meira her

placeholder

Meira langlesnaður