Færri í klivanum enn nakrantíð

2017-03-18 06:24 Author image
Sigmund Vang

Vit enda í klivanum sjáldnari fyri hvørt ár. Í 2008 blivu 151 føroyingar settir í klivan, í 2009 var talið 174, men síðani er talið lækkað munandi. Í fjør var talið tað lægsta í nær við tíggju ár, tá bert 22 fólk vóru tveitt í klivan. Hetta merkir, at nýtslan av klivanum er 87 prosent lægri í dag enn í 2009.

- Kriteriini eru tey somu, sum tey altíð hava verið, sigur Jógvan Páll Joensen, deildarleiðari fyri miðøkið hjá løgregluni.

Hann greiðir frá, at tað fyrst og fremst eru fólk, ið ikki kunnu taka hond um seg sjálvan, ið skulu í klivan. Er lógarbrot framt, har brotsmaðurin er ávirkaður, skal hann eisini í klivan.


Lesið hví hendan stóra broyting er hend í Dimmalætting, sum er í sølubúðunum.

 

 

 

placeholder

Meira langlesnaður