KvF: Talan er ikki um manipulatión, Sjúrður

2017-03-27 17:26 Author image
Sigmund Vang

Sjúrður Skaale leggur um vikuskiftið Kringvarp Føroya undir manipulatión í sendingini Skattamálið II, sum varð víst í sjónvarpinum fyri viku síðani. Kringvarp Føroya vil staðiliga afturvísa hesum, men skilir væl, at umrødda brotið kann hava ørkymlað hyggjarar.

Sjúrður Skaale vil vera við, at eitt brot síðst í sendingini er manipulatión. Í brotinum hoyrir man Súna Schwartz Jacobsen siga "Vissi tú ert ósamdur, so bestemmi eg". Sjúrður Skaale vísir á, at brotið er frá eini bókaframløgu, har Súni Schwartz Jacobsen helt røðu. Tað er púra rætt, og tað hevur Kringvarp Føroya á ongan hátt roynt at fjala útyvir.

Á myndunum frá tiltakinum sæst Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks, lurta eftir Súna Schwartz Jacobsen. Somuleiðis eru myndir av Marner Jacobsen, fyrrverandi stjóra í Eik, myndir av læknum og øðrum.

Kringvarp Føroya roynir á ongan hátt at látast sum um, at hetta brotið er tikið úr øðrum samanhangi. Men Kringvarp Føroya skilir væl, um hyggjarin misfatar brotið, tí tað verður ongantíð sagt, at talan er um orð og myndir frá eini bókaframløgu.

-Tað harmar okkum, at vit ikki í einum setningi ella grafikki greiddu hyggjarunum frá hesum, men metingin var, at myndirnar talaðu fyri seg.

Bókaframløgan var í september í fjør. Einasta orsøk til, at Kringvarp Føroya var til nevndu bókaframløgu var, at lýst varð við, at stjórin í Eik, Súni Scwartz Jacobsen, skuldi halda røðu um organisatiónir í menning, har hann millum annað tosaði um uttanhýsis ráðgeving. Somuleiðis vistu vit, at stjórin í Taks fór at vera til bókaframløguna, tí tað hevði hann fráboðað á Facebook.

Bókaframløgan var bert eina viku eftir, at Taks hevði sent Eik fyribils niðurstøðuna í skattamálinum til ummælis. Hetta var tí ein møguleiki at fáa myndir og samrøður við høvuðspersónarnar í skattamálinum. Dagur & Vika gjørdi samrøðu við Eyðun Mørkøre um skattamálið frá somu móttøku. Hesar myndirnar hava síðani verið vístar fleiri ferðir í Degi & Viku, tá skattamálið hevur verið viðgjørt. Súni Scwartz Jacobsen vildi ikki gera samrøðu við Dag & Viku, men hann nevndi í røðu sínari, hvussu hann samstarvar við uttanhýsis ráðgevar. Tí varð mett, at myndirnar og ljóðbrotið vóru viðkomandi at hava við í sendingini.

Tá talan er um at manipulera í journalistiskum høpi, so er tað at vreingja sannleikan. Tað vil siga, at journalisturin sigur ósatt ella roynir at skapa eina ranga veruleikamynd. Ætlanin við umrødda brotinum var á ongan hátt at manipulera, sum Sjúrður Skaale skuldsetir Kringvarp Føroya fyri.

Umrødda brotið var ikki berandi á nakran hátt, og tað varð ikki fjalt útyvir, hvaðani brotið stavar. Og brotið frá bókaframløguni hevur ongan týdning fyri sendingina sum heild.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður