Vit keypa heilivág fyri diabetes sum ongantíð áður

2017-02-04 16:00 Author image
Dimma

Sølan av heilivági móti diabetes er munandi hægri í Føroyum enn í øllum øðrum Norðurlondum (Finnland undantikið), sambært stóru NOMESKO-frágreiðingini “Heilsuhagtøl í Norðurlondum 2016”. Dagliga verða 62.8 skamtar av heilivági móti diabetes seldir fyri hvørjar túsund føroyingar, meðan flestu norðbúgvar liggja millum 40 ella 50. Tað er serliga heilivágur móti typu 2 diabetes, ið verður nógv selt í Føroyum.

- Tað kunnu vera tvær orsøkir til hetta. Ein kann vera, at í Føroyum hava vit fleiri fólk, sum hava typu 2 diabetes. Hin orsøkin kann vera, at sjálvt um sukursjúka í Føroyum í veruleikanum hevði verið óbroytt hesi árini, kunnu vit síggja, at talið veksur, tí vit finna fleiri av sjúklingunum, sigur Pál Weihe, yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og fyrrverandi umboð Føroya í redaktiónini á NOMESKO.

Lesið meira í blaðnum, sum er komið í sølubúðirnar

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður