- Hví skal eg blíva ólóglig fyri at fáa linna?

2017-02-10 14:09 Author image
Sigmund Vang

Gunnvá Tróndardóttir hevur sklerosu. Heilivágurin, hon tekur, gevur nógv hjáárin, og besta linnan hevði hon fingið við at tikið cannabis-dropar. Men teir eru ólógligir. Lesið um stríðið hjá Gunnvá í Dimmalætting, sum er í sølubúðunum.

Lesið eisini um, at tað er harðliga tiltrongt at dagføra og nágreina djóraverndarlógina, tí sum nú er, er hon opin fyri tulking hjá hvørjum einstøkum politisti. Í blaðnum hesaferð eru eisini greinar um 10. flokkarnar í fólkaskúlunum, sum ikki gagna næmingunum stórvegis, um FAS.skipanina, sum sær út til at vera fastløst á svartalista og mangt annað áhugavert.

  

  

Meira langlesnaður