Við fúkandi ferð í kvirruni

2017-01-27 13:32 Author image
Sigmund Vang

Í nærum 20 ár hevur nú 35 ára gamli runavíkingurin Ian Andersen verið millum fremstu gokartkoyrarar í Danmark. Sjálvur hoyrir hann ikki ljóðið av motorinum, tí hann er deyvur. Les um Ian í Dimmalætting hesa vikuna. Eisini kanst tú millum annað lasa um, at bretar eru á veg út úr ES, og harvið verður Bretland nýtt strandarland í fiskivinnusamráðingum. Føroyingar eru fyrireikaðir. Í blaðnum er eisini viðgerð at fløskupantskipanini. Sannlíkindini eru ikki stór fyri, at vit fara at kunna sleppa av allar okkara tómu fløskur og íløt á einum og sama stað. Og vit hava eisini yvirlit yvir teir størstu manningarpartarnar umborð á føroysku fiskiskipunum, og at kríggjast í Føroyum er ikki nøkur løtt uppgáva, sigur CIA. Hetta og mangt annað í blaðnum hesa vikuna, sum er 48 síður.

  

  

 

Meira langlesnaður