Blásti lív í brostnar dreymar

2017-02-03 12:07 Author image
Sigmund Vang

Í nýggjastu Dimmalætting, sum er komin í sølubúðirnar kring landið, hitta vit millum annað Johannes Jensen, stjóra í Gist & Vist, sum greiðir frá, hvussu dreymurin um at gerast hotelstjóri varð sleptur á ungum árum, men tilvildarligar umstøður førdu hann inn aftur í vinnuna. Vit seta eisini sjóneykuna á diabetes, sum verður alsamt vanligari sjúka í Føroyum, og vit tosa við Varðan Pelagic, sum framvegis ætlar at byggja nýtt surimivirki á Tvøroyri, hóast ætlanin er nakað seinkað. Hetta og nógv annað forkunnugt tilfar í Dimmalætting hesaferð.


Her er eitt lítið brot úr greinini um Johannes Jensen:

Á heysti í 2002 gavst Johannes Jensen í Fiskasøluni. Hann vildi nú sleppa at royna seg í oljuvinnuni. Fleiri oljufeløg høvdu latið upp skrivstovur í Føroyum, og hann lá framvið.

- Ja, løgið at hugsa um í dag, men tá hugsaði eg, at tað vildi verið skilagott at farið úr ótryggu fiskivinnuni í tryggu oljuvinnuna, fortelur Johannes.

Tað bleiv tó ikki til nakað, tí ein av seinastu døgunum í 2002 ringdi nevndarformaðurin í Smyril Line, sum nú átti Hotel Føroyar, og spurdi um Johannes vildi vera stjóri, og hann tók av.

Eftir at hava verið og vent hinumegin klótuna og fleiri staðni í Evropa, kundi Johannes Jensen so, sum 40 ára gamal, seta seg í tann stólin, sum pápi hansara var noyddur at fara úr 18 ár frammanundan.

Hvat segði pápi tín til tað?  

- Tað minnist eg ikki. Haldi ikki, at hann segði so nógv, men kanska var hann kortini eitt sindur errin, svarar Johannes.

  

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður