Dimmalætting søkir eftir einum sølufólki

Dimmalætting søkir eftir einum sølufólki

2017-10-26 14:38 Author image
Georg L. Petersen

Um starvið 
Títt arbeiði er at gera uppsøkjandi sølu – her undir at vitja og røkta okkara núverandi kundar, og at økja um hendan kundaskara.

Tú hevur ávirkan á at leggja tín egna arbeiðsdag til rættis. Arbeiðstíðirnar eru frá kl. 8.00-16.00 ella 09.00-17.00.

Vit ynskja 
At tú ert fyrikomandi og blíð/ur
At tú ert erlig/ur og ektað/ur
At tú vísir tínum kundum áhuga og virðing
At tú dugir at samskifta – her serliga at lurta
At tú torir at møta og tosa við kundar, sum tú ikki kennir
At tú hevur ordan og struktur í tínum arbeiði
At tú hevur áhuga at menna og styrkja tínar førleikar at selja

Tann sum verður settur, fær upplæring í tænastu og sølu

Vit bjóða 
Eitt spennandi arbeiðspláss í menning
Góðar starvsfelagar
Óalmindeliga gott kaffi

Um tú heldur, at tú hevur hesar eginleikar, vinarliga skriva nakrar reglur um teg og send prógv og ummælir til okkum. Minst til, at fyri okkum hevur prógvið lítla ávirkan, um tú fært starvið ella ikki. Vit leggja størri dent á, hvussu tú ert sum persónur, og um tú hevur ynskir og vilja at menna og styrkja tínar førleikar.

Umsóknin skal sendast til Dimmalætting, durita@dimma.fo í seinasta lagi mikudagin 15. nov. 2017 klokkan 14.

Um tú vilt hoyra meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Duritu A. Joensen á tlf. 292911.

Um Dimmalætting
Dimmalætting er ein óheftur, framkomin og livandi miðil. Arbeitt verður alla tíðina við at gera miðilin betri og tillaga seg til tørvin hjá fólki í dagsins samfelag.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður